Danska verjan

Danska verjan hevur sum sítt høvuðsendamál, at hevda yvirvald Kongsríki Danmarkar og tryggjað tilveruna, sjálvræðisrættin og trygdina hjá Danmark. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Tey, ið starvast í verjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Danska verjan er í trimum deildum: herurin, sjóverjan og loftverjan. Harumframt er heimaverja.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy